Kommunurnar 600 mió. í undirskoti í ár
Gaman í er valár, men undirskot av slíkari stødd er ikki haldført. Roknast má tí við stórari minking í kommunala aktivitetinum
Á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni er yvirlit yvir kommunalu fíggjarætlanirnar. Yvirlitið vísur, at kommunurnar rokna við at undirskotið í 2024 verður 624 mió. Umframt koma so eykajáttanir.
Samlaðu inntøkurnar eru umleið 3 milliardir. Tað merkir, at undirskotið er umleið 20% av inntøkunum. Kommunufelagið og arbeiðsgevarafelagið umrøða skattaprosenti í hesum døgum. Fyri at fáa javnvág, skuldi skattaprosenti hækka umleið 5%
R7 hevur fingið upplýst, at í Runavíkar kommunu er eykajáttan á meira enn 40 milliónir samtykt fyrr í ár, umframt at aðrar 30-40 mió. skulu játtast til svimjihøllina, sum er í gerð. Enn er ikki dagført hjá Gjaldstovuni og tí er Runavikar kommuna ikki við á listanum, tó at hon helst átti at verið tað.
Vit síggja, at stórstu kommunurnar hava stórst undirskot. Tær arbeiða sjálvandi við stórstu tølunum. Men i prosentum av inntøkuni er undirskoti hjá Tórshavnar kommunu umleið 37% av einari ársinntøku.
Valár er og tí er ikki óvænta um fleiri kommunur tørva eykajáttan seinast í árinum.
Fyribils er samlaða undirskotið fyri 2024 mett til 624 mió. Stór tøl má sigast.
Mest lisið í farnu viku
300.000 børn og ung rýmd úr Ukraina í summar
Almenni sektorurin veksur altíð skjótast
Andakt
Arctic Circle: Helgi roynir seg í finaluni í kvøld
BTÙ vøkstur nógv stórst tá tað gongur væl í tilfeingisvinnuni
Bústaðir gevst at byggja
Danskir og føroyskir miðnámsskúlanæmingar vitja
Fiskaheilsutoymið hjá Firum til kalibreringsdag
Fleiri bústaðir mugu byggjast
Fólkaskúlanum manglar íløgur til neyðugar dagføringar
FSF og Håkan Ericson hava endað samstarvið
Jól í Hogwarts útgivin kring heimin í dag!
Kommunurnar 600 mió. í undirskoti í ár
Landsstýrismálanevnd og Ingilín
Mál og lyfti Miðfloksins til Býráðsvalið 2024!
Tað besta óskrivaða føroyska orðatakið
Tollsamstarvið við Danmark og Grønland verður styrkt
Vipers Kristiansand konkurshótt
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur