Føroyingar gevast at arbeiða í Norra
Nógvir føroyingar arbeiða í Norra. Men nú gevast teir í stórum tali. Er kanning rættvísandi so missur landskassin 50 mió. hóast lógin ætlandi skuldi geva 50 mió.
Ein kanning millum teir sum arbeiða í Norra vísur at nógvir flyta
190 persónar, sum starvast í Norra svaraðu spurnarkanning. Myndin vísur svarmøguleikar og svar. Sambært kanning hjá Deloitte starvast helst umleið 1000 føroyaringar í norra og við skipum. Tí er tal av persónum upprokna samsvarandi í uttastu kolonnu.
Við at leggja saman tølini fyri øll sum framvegis eru í Norra, so eru tað 72,6% Tey sum antin ikki starvast í Norra ella eru flutt av landinum eru 27,4%.
Deloitte gjørdi í 2023 kanning fyri Antares. Tann kanningin vísti, at flutt 13%, so misti landskassin eins nógv og hann fekk. Kanningin metti leysliga at talan var um 1000 føroyingar, sum vóru raktir av ætlaðu broytingunum.
Landskassin væntaði 55 mió. i eyka inntøkum av broytingunum og tær skuldu fíggja skattalættan sum bleiv samtyktur í 2023.
Er kanningin eftirfarandi, so fær landskassin munandi færri pengar enn frammanundan. Ætlanin var at fáa 50 mió. meira, men sambært kanningini verður úrslitið 50 mió. minni.
Fíggjarmálaráðað visti at siga, í samband við lógarbroytingina, at tey ikki høvdu kannað avleiðingar. Men tey vónaðu at inntøkumetingin var røtt.
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











