Rák (4) - Hvørja viku verða børn í Føroyum útleverað til harðskap, tí myndugleikar ikki trúgva ákærir um sálarligan harðskap
Hvørja viku verða børn í Føroyum útleverað til harðskap, tí fakfólk og myndugleikar taka ofta ikki ákærir um sálarligan harðskap fyri fult og kanna einki. Í nógvum førum er tað eisini myndugleikin sum handhevjar at børn skulu útleverast til harðskap. Evnið í Rák hesa vikuna er myndugleika-harðskapur, systemvold. Hetta hendur ikki bara í Føroyum. Stovnar innan bæði Sameindu Tjóðir og Evropa Samveldið hava funnist at Danmark fyri brot á mannarættindi tá tað kemur til at verja foreldur og børn, sum fara úr harðskapsraktum parløgum.
Annika Bolton Mortensen tosar við tvær dulnevndar kvinnur og við Sidsel Jensdatter Lyster, prestur og løgfrøðilesandi, sum er umboð fyri eitt netverk av 40 føroyskum foreldrum, ið øll stríðast við ikki at verða tikin fyri fult av myndugleikum.
Sendingin Rák er á R7 hvønn mikudag kl. 13.
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur