Rák (6) - Mannarættindi verða brotin í Føroyum og í Danmark, tá tað snýr seg um sálarligan harðskap
Mannarættindi hjá børnum og foreldrum verða brotin í Føroyum og í Danmark í samband við at ákærir um sálarligan harðskap ikki verða tiknar fyri fult, ikki verða kannaðar og myndugleikar áleggja foreldur at útlevera børn til harðskap. Tað er galið við lóggávuni í kongaríkinum. Stovnar innan bæði ST og ES hava funnist at hesum, men danskir myndugleikar hava í fleiri ár skúgvað seg undan hesum ákærum. Evnið í "Rák" hesa vikuna er væntandi lóggáva og brot á mannarættindi tá tað kemur til sálarligan harðskap.
Annika Bolton Mortensen tosar við Kristiannu Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri javnaðarflokkin, sum hevur havt fyrispurning á tingi um sálarligan harðskap, og við Sidsel Jensdatter Lyster, prestur og løgfrøðilesandi, sum hevur 10 ára arbeiðsroyndir við fólki sum líða undir hesi vantandi lóggávu.
Sendingin Rák er á R7 hvønn mikudag kl. 13
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











