Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Børn í Føroyum verða tvungin at liva í harðskapi

Innanlands | 09/05-2018 18:18

Eitt netverk av 40 føroyingum, sum einamest eru foreldur, stríðast við at myndugleikar ikki taka teirra ákærir um harðskap fyri fult, og ikki kanna hesi mál. Tað kom fram í sendingini Rák (4). Hetta rakar børnini meinast, men foreldur, ommur, abbar, systkin og onnur í familjuni líða øll undir hesum viðurskiftum. 

Ein typisk søga sum gongur aftur í netverkinum er, at tá eitt foreldur við børnum endiliga megnar at koma seg burturúr einum harðskapsraktum parlagi, og væntar at fáa hjálp frá myndugleikunum, verða ákærir um harðskap ikki tiknar fyri fult og einki verður kanna. Í tíðarinnar anda vigar javnstøða nógv tá tað kemur til at áseta hvussu nógva samveru foreldur skulu hava, og tað at børn skulu hava samveru við bæði foreldur vigar juridiskt meira enn tørvurin hjá barninum. Børn verða soleiðis tvungin til tvey foreldur hóast tað eina er óegnað. Nógv foreldur verða av Ríkisumboðnum áløgd, at útleverað børn til eitt harðrent foreldur. Hetta førir ofta við sær at harðskapurin á børnini økist, tí nú er barnið óvart og einsamalt saman við tí foreldrinum sum fremur harðskap. Umframt at hetta hevur avleiðingar á lívsgóðskuna hjá hinum foreldrinum og familjuni. 

Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, segði í sendingini Rák (3) at besta vápn at fyribyrgja harskap er at verja børnini. Tað at fremja harðskap er tengt at barndóminum, ein sosialur arvur, so fyri at fáa eitt samfelag við minni harðskapi eru tað børnini sum mugu verjast. 

Sidsel Jensdatter Lyster, prestur og løgfrøðilesandi, hevur 10 ára royndir at arbeiða við harðskapsrakt menniskju, sum koma í klemmu vegna jura og væntandi samfelagsligar arbeiðsmannagongdir. Hon sigur at samstarv millum myndugleikar virkar ikki, og sigur at ein loysn hevði verið at fingið rættarsálarfrøði inn í mál um foreldraførleika. Rættarsálarfrøðingar hava innlit í persónleikaóløg og menniskju sum fremja harðskap. Sum støðan er nú hava myndugleikar og fakfólk, sum arbeiða á økinum, ikki tey røttu menniskjaligu innlit, sigur Sidsel Lyster millum annað. Sidsel hevur verið við til at stovna netverk í Danmark, Noreg, Íslandi og Føroyum fyri fólk sum líða undir harðskapi, men ikki verða hoyrd av myndugleikum. Í skrivandi stund eru eini 1500 fólk partur av hesum netverkum. Hoyri meira um evnið í sendingini Rák (4) her. Samrøðan við Sidsel Jensdatter Lyster byrjar uml. 44 minuttir inni í sendingini. 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen

Líknandi tíðindi
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Lands­stýris­maðu­rin segði ósætt á tíðindafundinum
Hans Joensen: Eg eri ein skuffaður maður
Seldu kvotu og fingu hana aftur
Jóhan Edvard náddi ikki heim til jarðarferð­ina, men sang í kirkjuni í Ikerassak
Eru Menningar­kvotur­nar politiskt útlutaðar?
Vespureiðrið (84) - 13. aug 2018
SU generatiónin í Løgtingi­num skilir ikki, at feløgini hava verið í kreppu
Umboðini hjá Sambands­flokki­num ynsktu ikki menningar­kvotur
NOVA úr Suðuroynni - Sending 16
Polittisk útlutan?
Tað er ikki Tórbjørn Jacobsen, sum er boðin umborð, tað er borgar­stjó­rin í Runavíkar kommunu
Brátíðindi: Politiið í Føroyum hevur tikið málið upp aftur, viðvíkj­andi illgrunasomum deyða
Flótidokkin í Hirtshals er koppa
Tjóðveldiskabalin
Uppsjóvar­kvotur­nar eru nógv størri enn ICES tilmælir
Hjaltur og Aleqa hittust í Uummannaq
Metis - Øll sendingin - 14. august 2018
Nýggjur háskúli á Sandi
Hoyr stjóran á Vestmanna Fiskavirki, hvussu menningarkvotan skal brúkast
Norðoya Fólkafloks­felag : Landið bløðir og kemur at bløða um vend ikki kemur í nú
Eg haldi veruliga ikki, at Høgni hevur blandað seg uppí viðgerð­ina av menningarkvotum, nú skotrøðir­nar duna.
Dronu upptøka av cruise skipinum "Zuiderdam", sum vitjaði í Runavík, leygar­dagin 11. august.
Hilbert Elisson: Fiskivinna og kvotur
Framvegis ongar menningar­kvotur
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi