Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Mannarættindi og barnarættindi verða brotin í kongaríkinum Danmark

Uttanlands | 28/05-2018 13:00

Tað var í 2013 at donsk foreldur klagaðu til Evropa Parlamentið um, at ákærir um harðskap ikki verða tiknar í álvara hjá donsku “Statsforvaltningen”, tað eru tey sum gera sama arbeiði sum Rìkisumboðið í Føroyum. Skjøl vóru handað, sum prógvaðu at danski myndugleikin ikki tók ákærir um harðskap fyri fult í hjúnaskilnaðum, at einki varð kannað og at foreldur vóru áløgd at útlevera børn til fólk sum fremja harðskap. 

Eftirfylgjandi kom ein ES nevnd á “fact finding” vitjan í Danmark. Eingir danskir ráðharrar vildu tó hittast við ES nevndina. Sagt varð, at vitjanin lá ov tætt uppat summarfrítíðini. Ekstrablaðið skrivaði um vitjanina: “EU-delegationen med Angelika Werthmann i spidsen blev snotfornærmet, da den fandt ud af, at hverken sosialminister Karen Hækkerup, justitsminister Morten Bødkov eller Rigspolitiet havde i sinde at mødes med dem.” 

Fáir danskir miðlar løgdu í at kanna hví ES nevndin var á vitjan, eins og vitjanin fylti lítið í donsku miðlunum. Einasti miðil sum skrivaði nágreiniliga um vitjanina var Copenhagen Post. Tey endurgóðu m.a. týska limin í ES nevndini, Peter Jahr, sum segði “Vi stødte på myndigheder, der mente, at de havde de bedste love i verden. Det mindede om en rejse til Moskva under Den Kolde Krig.” Petur Jahr endurgav seinni talsmannin fyri danska umboðsmannin fyri at hava sagt: “Der finder ingen diskrimination sted, for vi registrerer slet ikke disse tal.” Ritzau hevði ein stuttan tíðindastubba um vitjanina av ES nevndini. Yvirskriftin var “ EU slagter dansk skilsmisselov”. Hetta varð endurgivið av MetroXpress og JyskeVestkysten. Annað var ikki sagt um málið í donskum miðlum. 

Í mars 2016 fekk danska stjórnin nakrar álvarsamar klagur frá Kvinnunevndini hjá ST, CEDAW. Funnist varð at donsku hjúnaskilnaðarlógini fyri ikki at raðfesta barnsins tørv og fyri at bróta Istanbul-sáttmálan, sum Danmark annars tók undir við í 2014. Rátt var til, at danska hjúnaskilnaðarlógin eigur at fylgja ST barnarættindasáttmálan, og at krøv verða sett til dómarar, advokatar og øll fakfólk sum fáast við familjurættarlóggávuøkið, at taka skeið í mannagongdum i harðskapsmálum. Ákoyringin móti danska statinum frá ST var jarðað. Tì vita danir lítið og einki um, at funnist hevur verið at Danmark fyri at bróta ST Mannarættinda- ,Tortur-, Kvinnu- og Barnarættindasáttmálan. Tær atfinningarsomu niðurstøðurnar hjá ST um Danmark vóru ikki umsettar til danskt og gjørdar atkomiligar hjá danum, sum annars er kravt av stjórnum at gera í samband við niðurstøður sum koma frá ST. Ein lítil grein var í Copenhagen Post um málið og ein í MetroXpress, annað var ikki at hoyra. Danska stjórnin vísti atfinningarnar frá sær við einum lítlum skrivið á heimasíðuni hjá donsku Almannaráðsharrastovuni, “Socialministeriet”. Einasta kunning um hesi brot á mannrættindi liggur á háfloygdum enskum málið á heimasíðuni hjá donsku Almannaráðharrastovuni. 

Danska stjórnin vildi ikki finna seg í at fólk uttanífrá komu við atfinningum, og donsku fjølmiðlarnir stuðlaðu síni stjórn, og kannaðu ikki orsøkinar til ákærinar frá ES og ST. Hetta setur so aftur spurnartekin við góðskuna av public service broadcasting í Danmark, tá fjølmiðlar velja einki at kanna og at fylgja leistin hjá stjórnini, meðan mannarættindi og ikki minst barnarættindi hjá borgarum verða brotin. 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen

Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi