Fráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara
Malan Marnersdóttir hevur starvast á Fróðskaparsetrinum síðan 1983.
Fríggjadagin 29. november klokkan 15:00 verður alment fráfaringarhald í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn fyri Maluni Marnersdóttur, professara á Fróðskaparsetri Føroya.
Malan hevur í mong ár verið ein ímynd av Fróðskaparsetrinum og føroyskari hugvísindaligari gransking. Hon varð sett í starv sum bókmentafrøðingur á Føroyamálsdeildini 1. august 1983. Áðrenn hon kom á Fróðskaparsetrið, hevði hon eitt skifti undirvíst á Føroya studentskúla- og HF-skeiði í Hoydølum og verið lektari í donskum og føroyskum á Johann-Wolfgang-Goethe universitetinum í Frankfurt.
Malan var fyrsti bókmentafrøðingur á Føroyamálsdeildini. Frammanundan vóru tveir málfrøðingar og ein fólkalívsfrøðingur í starvi umframt hjálpar- og skrivstovufólk. Í fleiri umførum hevur Malan røkt leiðslustørv á Fróðskaparsetrinum, m.a. sum deildarleiðari og dekanur. Í seks ár, frá 1998 til 2004, var hon rektari. Harumframt hevur Malan sitið í mongum ráðum og nevndum. Øll árini hevur hon verið virkin luttakari í almennum orðaskifti um bókmentir, list og mentanarligar spurningar.
Malan hevur íðin umboðað føroyskar bókmentir og føroyska gransking á ráðstevnum uttanlands og í samstørvum við útlendskar granskarar. Áhugin fyri javnstøðuspurningum og kynjagransking sást í fyrstu útgávum hennara í seinnu helvt av 1980-árunum. Í 1985 kom bókin út Kvinnurøddir. Kvinnur í almenna kjakinum 1890-1902 og í 1989 Konurák. Ár 2000 vardi Malan doktararitgerðina Hvør av øðrum. Samanseting, frásøgn og millumtekstleiki í skaldsøgum eftir 1970 á universitetinum í Århus. Í 2004 varð hon tilnevnd professari í bókmentum á Fróðskaparsetrinum. Malan hevur skrivað eina røð av vísindaligum greinum um føroyskar bókmentir í Føroyum og uttanlands. Millum høvuðsáhugamál hennara sum granskari hava umframt kynjagransking verið postkolonialisma og millumtekstleiki.
Nú Malan fer úr starvi, verður hon knýtt at Fróðskaparsetrinum sum adjungeraður professari.
Á fráfaringarhaldinum verða stuttar fakligar framløgur, røður og sangur.
Skrá:
• Dekanurin á Føroyamálsdeildini bjóðar vælkomin
• Rektarin ber fram røðu
• Kata syngur tvey løg.
Stuttar framløgur, 10 min.
• Lív Maria Róadóttir Jæger: Hvagar er føroyskur skaldskapur um at fara?
• Helena Lamhauge-Mortensen: Hvussu má Føroysk bókmentasøga halda fram frá bindi 3?
• Runa Preeti Ísfeld: Hvussu hava hugsanirnar um postkolonialismu sett dám á føroyska søgu(skriving)?
• Nils Ohrt: Kyn í føroyskari portrettlist, Ruth Smith og Ingálvur av Reyni
• Malan Marnersdóttir: Setursstýrið fyrr, nú og kanska í framtíðini.
• Kata syngur tvey løg.
Fróðskaparsetrið bjóðar ábit, og gestir fáa høvi at bera fram heilsanir.
Øll eru vælkomin
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur