MEST við í grønari ferju verkætlan
Tey sum taka lut í verkætlanini eru: MEST, Umhvørvisstovan, Lund Universitet og World Maritime University í Malmø. Eygleiðara luttakarar eru: SEV, Brunvoll Mar-El úr Noregi og Tórshavnar Havn
MEST er sum kunnugt í gongd við at tekna og projektera nýggjar ferjur til Strandfaraskip Landsins.
Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt nú í heyst og síðani verður byggingin boðin út. Fyri tørni standa Kalsoyarferjan og ferjan til Fugloyar- og Svínoyarleiðina.
Sum liður í hesum arbeiði er MEST komið við í eitt Norðurlanda samstarv har eitt aðalmál er at fáa sniðgivið grønar ferjur. Høvuðs denturin í verkætlanini “GREEN SEA FAROE” er at sniðgeva tvær ferðafólkaferjur, sum vísa ítøkiligar, rein-orkuskipanir, sum eru grundaðar niðurstøður frá verkætlanini, skiparakstrarkrøv og innlit frá royndum skipasniðgevum á MEST.
Sum partur av verkætlanini verða eisini gjørdar metingar um framtíðar orkutørv og hvussu ein gongd leið kundi sæð út fyri, at Føroyar sum heild í framtíðini kann røkka 0-útláti fyri føroyska flotan.
Úrslitini frá verkætlanini kunnu verða til fyrimuns fyri Føroyar, men eisini fyri onnur minni oyggjasamfeløg – eins og fyri Norðurlond sum heild.
Stigtakarar til verkætlanina eru Orka á Umhvørvisstovuni saman við Nordisk Energiforskning, sum er stovnur í Norðurlanda Ráðharraráðnum.
Norðurlendska fíggingin kemur frá Nordisk Energiforskning, Trafikverket í Svøríki, Orkustofnun í Íslandi og Strandfaraskip Landsins í Føroyum.
Tey sum taka lut í verkætlanini eru: MEST, Umhvørvisstovan, Lund Universitet og World Maritime University í Malmø. Eygleiðara luttakarar eru: SEV, Brunvoll Mar-El úr Noregi og Tórshavnar Havn
Í samband við verkætlanina høvdu vit vitjan av okkara samstarvsfelagum úr Svøríki, á útferð í Kalsoynni í góðveðrinum í seinastu viku.
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur