Umboðsmaðurin viðgjørt fiskiveiðu á Føroya Banka
Samandráttur av skrivi um kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2023
Løgtingsins Umboðsmaður hevur í sambandi við eina klagu viðgjørt heimild og innihald av kunngerðini um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2023. Klagarin helt, at kunngerðin var ósaklig, órímilig og diskriminerandi fyri klagaran. Eisini vísti klagarin á, at ráðið hevði skeiva tulking av § 22, stk. 1 og stk. 2 í Sjófeingislógini, sum kunngerðin millum annað hevði sum heimild. Umboðsmaðurin helt samanumtikið, at kunngerðin ikki hevði ynskiliga lóggávudygd.
Klagan snúði seg um, at eitt partafelag og báturin hjá felagnum, flokkaður í bólki 5, vórðu noktað atgongd til fiskiskap á Føroyabanka í 2023. Klagan snúði seg, umframt ymisk onnur viðurskifti, um kunngerðina fyri tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2023.
Umboðsmaðurin helt samanumtikið, at kunngerðin ikki hevði ynskiliga lóggávudygd. Víst varð millum annað bæði til § 22, stk. 1 og stk. 2 í Sjófeingislógini sum heimild fyri kunngerðini. Umboðsmaðurin vísti á, at tá ið Løgtingið ítøkiliga hevði gjørt eina serliga áseting fyri Føroyabanka í stk. 2, vil vanlig løgfrøðilig fatan vera, at stk. 1 ikki fevnir um Føroyabanka.
Eisini vísti umboðsmaðurin á, at kunngerðin nýtti hugtakið fiskiloyvi á annan hátt enn allýst í løgtingslógini. Umboðsmaðurin helt, at tá talan er um eitt so stórt og týdningarmikið lógarøki, eigur áherðsla at verða løgd á at nýta gjøgnumført orðaval fyri at skapa greidleika. Um kunngerðir við heimild í Sjófeingislógini ikki nýta somu allýsingar og hugtøk sum Sjófeingislógin, er vandi fyri, at umsitingin eftir kunngerðini ikki verður í samsvar við lógina.
Klagarin førdi fram, at bólkabýtið - tal av fiskidøgum - á landgrunninum, sum meginregla,
skuldi síggjast aftur í bólkabýtinum á Føroyabanka, men umboðsmaðurin helt ikki, at hetta við neyðugum greidleika framgekk av galdandi lóg.
Umboðsmaðurin mælti Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum til at umhugsa at strika § 22, stk. 1 sum heimild í Føroyabanka kunngerðini og at vissa sær, at kunngerðir við heimild í Sjófeingislógini taka støði í teimum allýsingum og meginreglum fyri fiskiloyvi og veiðiloyvi, sum Sjófeingislógin ásetur.
LUM 24/09110
Mest lisið í farnu viku
Andakt
FNU mótmælir ógvusligu inntrivunum í Sandoynni
Føroyar og Russland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025
Hví flyta føroyingar ikki heimaftur?
ICES tilmælir veiðu á 2.848 tons av toski
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Klingra konsertrøð í Føroyum
MEST við í grønari ferju verkætlan
TIME kosið Bakkafrost at vera millum heimsins bestu
Umboðsmaðurin viðgjørt fiskiveiðu á Føroya Banka
Vísindi, stovnsverja, stovns- veldi ella akademiskt rukkulív
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur