FNU mótmælir ógvusligu inntrivunum í Sandoynni
FNU sigur sína hugsan um vegagerð á Sandoynni í samband við Suðuroyartunnilin
FNU mótmælir ógvusligu inntrivunum í Sandoynni í sambandi við ætlaðu vegagerðina til Suðuroyatunnilin
Størsta íløgan nakrantíð í Føroyum elvir til so stór inntriv í viðkvomu náttúru okkara, at FNU mótmælir harðliga uppskotunum um vegaføringar, sum eru lýstar í tlifarinum sum er lagt er fyri almenningin á borgarafundum í Suðuroy, Sandoy og í Tórshavn í síðstu viku í november 2024.
Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag ger vart við, at felagið tekur als ikki støðu til, hvørt Suðuroyartunnil eigur at verða gjørdur ella ikki. Men verður tunnilin gjørdur, eigur at verða miðað eftir, at náttúruinntrivini eru so avmarkað sum til ber.
Eftir uppskotinum til Suðuroyartunnilin skal tunnilsmunnin Sandoyarmegin vera í Djúpadali, ið liggur ímillum Stóravatn og Skarvanes. Náttúran kring Stóravatn er so at siga órørd. Har er bara gamli, smali bygdavegurin til Skarvanesar, sum liggur nakað eystan fyri vatnið. Ferðslan er sera lítil og tí er friðarligt við Stóravatn, sum er ein sonn nátturuperla við vøkrum útsýni og ríkum fuglalívi.
Nakað oman fyri Stóravatn er Lítlavatn. Økið Millum Vatna er eitt av fáu vatnalendunum í landinum, sum ikki liggur langt frá bygdum, men sum hevur nøkur náttúruvirði, ið eiga at fáa frið og verða varðveidd uttan stór inntriv.
Ein landsvegur, har einir 1400 bilar fara at koyra um dagin - og allar tíðir á samdøgrinum, fer at órógva so nógv, at náttúruvirðini og serliga fuglalívið í økinum eru í stórum vanda fyri at fara fyri skeyti.
Eisini liggur í uppskotinum, at nýggjur landsvegur er ætlaður at vera fram við Sandsvatni. Annaðhvørt eystaru megin gjøgnum landbúnaðarøki og Traðir, ella vesturu megin gjøgnum bygdina, bø og Sandafløttin. Í báðum førum fara vegirnir at hava ógvusligar avleiðingar fyri náttúruna í økinum.
FNU mótmælir harðliga vegaføringum, sum nevndar eru, og mælir til, at onnur loysn verður funnin, sum ikki á sama hátt skalar og órógvar náttúruna. Tí mælir FNU til, at avvarðandi myndugleikar taka fram aftur og viðgera uppskotið hjá Landsverki um eina tunnilsleið, har tunnilsmunnin er norðan fyri Sands bygd. Eftir hesi tunnilsleið verður náttúran nærum órørd.
At enda heitir FNU staðiliga á Føroya Landsstýri um at leingja hoyringsfreistina, so henda demokratiska tilgongdin prógvar sítt virði, og veruliga gevur teimum, sum hava í umbúna at lata inn hoyringsskriv, tíð til at gera tað.
Hetta skriv er sent Løgmálaráðnum og fjølmiðlunum
Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag
Tórshavn november 2024
Mest lisið í farnu viku
Andakt
FNU mótmælir ógvusligu inntrivunum í Sandoynni
Føroyar og Russland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025
Hví flyta føroyingar ikki heimaftur?
ICES tilmælir veiðu á 2.848 tons av toski
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Klingra konsertrøð í Føroyum
MEST við í grønari ferju verkætlan
TIME kosið Bakkafrost at vera millum heimsins bestu
Umboðsmaðurin viðgjørt fiskiveiðu á Føroya Banka
Vísindi, stovnsverja, stovns- veldi ella akademiskt rukkulív
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur