Kommunvalið í Oyndafirði
Nú eru skjótt 3 mánar síðan kommunvalið. Enn er onki at frætta um niðurstøður frá Løgregluni ella Løgmálaráðnum í málinum. Vit endurgeva tað Dan Klein hevur skriva seinastu dagarnar um evnið.
Við loyvi frá Dan Klein, endurgeva vit av hansara Facebook vanga greinarøð í 6 pørtum um kommunuvalið í Oyndafirði.
KÆRAN UM VALSVIK Í OYNDARFIRÐI VAVD INN Í FÍNTELJINGINA
Fyrsti partur:
Vísandi til vallógina, vil eg hervið kæra býráðsvalið í Runavíkar kommunu 12. november 2024.
Soleiðis skrivar Jonhard Danielsen, í sínari kæru um valsvik.
Men grundað ósemjur ímillum borgarstjóran, býráðslimir og Jonhard Danielsen, hesa setuna, metti hann, at Runavíkar kommuna var inhabil til at viðgera hetta málið, og tí varð kæran eisini send til Løgmálaráðið.
Og av tí, at talan er um møguligt valsvik, verður málið eisini meldað til Fútan, skrivar Jonhard Danielsen, sum við lutakasti var eina atkvøðu ov stuttur til at vera afturvaldur, og er hetta orsøkin til kæruna um svik í Oyndarfiri.
Tann 28. november varð seinasti býráðsfundur hjá gamla býráðnum í Runavíkar Kommunu.
Lat okkum so fáa staðfest, at inhabili borgarstjórin, sambært Jonhardi, Tórbjørn Jacobsen, setti seg á høga hestin, og proglameraði, at fíggjarnevndin, sum hann var formaður fyri, hevði tikið avgerð, um at góðtaka fínteljingina, og tað var hendan, sum býráðslimirnir vórðu mintur á at atkvøða um, á seinasta býráðsfundi.
Formaðurin í fíggjarnevndini hevði onki skjal at vísa til um viðgerð um habilitet, ella nakað sum helst annað, tí har er vanligt, ikki at hanga seg í hvat kommunu- ella fyrisitingarlóg áleggur, og kommunala eftirlitið virkar ikki.
Runavíkar kommuna hevði sostatt valt ikki at lata Valstýri í OyndarfIrði viðgera kæruna um valsvik, men heldur vildu tey gloypa alt í einum, og ólógliga vevja fínteljingina inn í kæruna og harvið køva málið, tí eingin hevði kært fínteljingina.
Kæran snýr seg um valsvik við atkvøðu í OyndarfIrði, og skuldi sostatt verið Valstýrið har, sum viðgjørdi kæruna.
Soleiðis varð aftur ein ivi avdúkaður so mikið grovliga, at orsøk er at velja umaftur í Runavíkar Kommunu.
Hetta hendi, tá kæran um valsvik í OyndarfIrði varð vavd inn í fínteljingina.
Keldur og myndir: Heimasíðan hjá Eysturoyarportalinum, Runavíkar kommuna, og aðrir viðkomandi persónar.
Myndateksturin: Sitandi býráð í Runavíkar Kommunu. Elin Klein Joensen, næst uttast frá vinstru. Jonhard Danielsen, fjór uttast frá høgru (Mynd: Runavíkar Kommuna)
Annar partur kemur í morgin.
TVEIR KROSSAR OG EIN PRIKKUR IKKI FUNNIR Í OYNDARFIRÐI
2. partur:
Frá valstýrisnevndini í Runavík havi eg fingið vita, at tað er lítið sannlíkt, at ein atkvøðuseðil við tveimum krossum og einum prikki, hjá einum valevni, sum bert fær tríggjar atkvøður, verður taldur við í fyrstu uppteljing og síðan funnin í fínteljingini, vísir Jonhard Danielsen á í kæruni.
Innlit í fundarbókina hjá Valstýrinum fyri Oyndarfjørð, er ongin viðmerking at síggja. Sí mynd.
Men tað løgna hendir tríggjar dagar eftir valið, aftaná at úrslitið er avgreitt, verður formaðurin í Valstýrinum í Oyndarfirði, Bárður Árnason, endurgivin í KvF fyri at hava sagt: ,...” at hann helt seg hava sæð okkurt undrunarvert við onkrum valseðli valkvøldið”.
Tey flestu mundu halda, at hatta hevði lítið uppá seg, síðani, hesin seðilin ikki varð tikin frá beinanvegin.
Vit kunnu so staðfesta, at hetta ikki kundi vera seðilin við tveimum krossum, og einum prikki, tí hesin seðilin vildi verið tikin út beinanvegin.
Men so hendi tað kortini í fínteljingini, at ein seðil við júst tveimum krossum og einum prikki, “datt” út á borðið. Hann var so eyðkendur, at ongin kundi taka feil.
Men hendan eyðkenda valseðilin funnu tey ikki í Oyndarfirði valkvøldið, og tað skapar aftur ein iva, har pílurin vendir ímóti nývali.
Tey trý í Oyndarfirði, sum valdu meg, hava váttað, at tey bert hava sett ein kross, og á rætta stað. Í Oyndarfirði vóru fólk óð um, at bygdin hevði mist teirra umboð.
Tað sæst á einum lokalum bólki fyri Oyndfirðingar á Facebook, havi eg fingið at vita, sigur Jonhard Danielsen..
Keldur og myndir: Heimasíðan hjá Eysturoyarportalinum, Runavíkar kommuna, og aðrir viðkomandi persónar.
3. partur kemur í morgin.
PLASTIKPOSIN VIÐ ATKVØÐUNUM, HANDAÐUR ÓVIÐKOMANDI OG KOYRDUR TIL RUNAVÍKAR UTTAN UPPSÝN
3. partur:
Haldi ikki, at atkvøðuseðlarnir vóru læstir inni, í Oyndarfirði, náttina yvir, men tað er eitt sindur óvist. Eisini havi eg fingið upplýst, at Eirikur Joensen, einsamallur, koyrdi atkvøðuseðlarnir til Runavíkar dagin eftir valdagin, sigur Jonhard Danielsen í kæruni.
Hann vísir á at fyri at fáa staðfest, um hansara illgruni er rættur, er neyðugt at finna útav, hvør hevur havt atgongd til atkvøðuseðlarnar frá tí at liðugt var upptalt í Oyndarfyrði, og til at atkvøðuseðlarnar komu til valstýrið Runavíkar kommunu.
Í prinsippinum kann tað nokk ikki útilokast, at valsvikið er framt í Runavík, men tað má rætti myndugleikin taka sær av, sigur kærarin.
Vit vita nakað, men ikki alt.
Men Bárður Árnason, formaður í valstýrinum í Oyndarfyrði, tók atkvøðurnar við heim í einum plastikposa valkvøldið.
Morgunin eftir fór valstýrisformaðurin heim til Eirik Joensen, við valseðlunum.
Skal líka skjóta inn her, at formaðurin í valstýrinum, og Jóhan Vest, sum vann lutakastið, eru svágraðir.
Eirikur Joensen skuldi koyra vallistarnar til Runavíkar, men Eirikur Joensen, var ikki inni, so formaðurin handaði valseðlarnar til konuna, sum so skuldi fáa manninum “dýrgripin”.
Men nú vóru atkvøðurnar fyri málið, handaðar óviðkomandi persóni, og tað er helst ikki loyvt, og tað er líka ringt, at Eirikur Joensen, koyrir einsamallur til Runavíkar við atkvøðuseðlunum, so her kann alt henda í báðum endum.
Plastikposin við atkvøðunum handaður óviðkomandi í Oyndarfirði, og koyrdur til Runavíkar uttan uppsýn.
Aftur eitt grovt brot á vallógina, sum sendir pílin til umval í Runavíkar kommunu.
Keldur og myndir: Heimasíðan hjá Eysturoyarportalinum, Runavíkar kommuna, og aðrir viðkomandi persónar.
4. partur kemur í morgin.
TVÆR TUNGUR Í SOMU RØÐU
4. partur:
Tvey av teimum, sum ikki eru at síggja í nýggja býráðnum komandi ár, eru Elin Klein Joensen úr Oyndarfirði og Jonhard Danielsen úr Søldarfirði. Men av hvør sínum orsøkum.
Elin hevur valt ikki at stilla uppaftur, meðan Jonhard gjørdist akkurát ov stuttur at koma inn og hevur tí valt at kæra um valsvik.
Elin Klein Joensen, valdi at taka seg burturúr býráðsarbeiðinum, men hon helt, at hon kundi oysa gor og gall omanyvir Jonhard Danielsen, á seinasta fundinum. Tað klæddi henni ikki væl. Gud viti hvør suflørurin (teskarin) hevur verið har.
Elin Klein Joensen, sigur við Jonhard Danielsen á seinasta býráðsfundinum:
-Tú sigur at tað eru nógvir óðir oyndfirðingar á Facebook, sum hava motiv til at bróta inn og gera valsvik. Og tað skal eg verða erlig og indrømma, at eg varð nokk tann, sum var allar óðast á Facebook í Oyndarfirði tað kvøldið.
Men, harfrá, og so at fara og seta ein kross og bróta inn onkrastaðni og gita seg til hvar tað liggur, tað er rættuliga langt (úti)!
Annars, so haldi eg, at tað er fínt at tað verður hugt eftir hesi mannagongdini. Vallógin sigur tað, at tá ið kommunan fevnir víða, so kann man gott avtala, at man koyrir tað út dagin eftir, (atkvøðuseðlarnir). Og tað var avtala morgunin fyri, herbeint.
Og eg haldi, at tað er fínt, at tað verður kanna orduligt, so at hesi fólkini kunnu blíva reinsa.
Annars, so vil eg ynskja tær tillukku Jonhard Danislen, at tú fekst so nógvar atkvøður. Eg haldi faktiskt, at tað er ótrúligt, at tú fært yvir 100 atkvøður!
Og eg eri faktikst komin til tað niðurstøðu, at tað eru fólk sum simpulten ikki vita hvat tað er sum tey velja, tá ið tey velja teg. Tí tað er simpulten so ótrúligt, í mínari verð, at tú fært so nógvar atkvøður.
Tí tú møtir illa upp! Tú kemur til fáar nevndarfundir! Og tú kemur til fáar býráðsfundir!
Og fíggjarætlanin intereseraðar heldur ikki at gera. Og sjálvt tá ið tú kemur, so ert tú illa fyrireikaður!
Tú lesur ikki uppá málini. Og tú tímur sum regul heldur ikki eingongd at uppdatera skipaninar, har sum vit fáa málini inn.
Tú niðurgerð fólk persónliga og teirra arbeiði! Og hóttir við øllum møguligum! Og eingin sigur nakað ímóti. Tí eingin tímir at fara niður á títt lága støðið.
Kanska er tað tíð at hyggja inneftir. Og kanska umhugsa, at tað er nakað galið við tær.
Og eg haldi ikki, at eg havi nakað persónligt ímóti tær. Eg haldi vit hava klára fínt upp.
Hví so ill. Er hon bangin; visti hon ikki, at tá hon peikar eftir Jonhardi, so peika tríggir fingrar í móti henni sjálvari.
Aftur ein pílur til umval í Runavíkar kommunu.
Í Oyndarfjarðar-miðlinum hjá Facebook, skrivaði Elin:
“Her er eitt yvirlit yvir atkvøðurnar á øllum valstøðunum í kommununi. So er bara at vóna at fínteljingin seinnapartin verður til fyrimun fyri Jóhan og bygdina.
Hetta skrivar hon fyrrapartin, sum úrslitið av fínteljingini kom seinnapartin
Tvær tungur í somu røðu:.
“Og eg haldi ikki, at eg havi nakað persónligt ímóti tær. Eg haldi vit hava klára fínt upp”!???.
Keldur og myndir: Heimasíðan hjá Eysturoyarportalinum, Runavíkar kommuna, Facebook, og aðrir viðkomandi persónar.
Mynd av Oyndarfirði: Visit Runavík.
Myndateksturin: Sitandi býráð í Runavíkar Kommunu. Elin Klein Joensen, næst uttast frá vinstru. Jonhard Danielsen, fjór uttast frá høgru (Mynd: Runavíkar Kommuna)
5. partur kemur í morgin.
SEMJA UM AT KØVA KRITISKA RØDD VIÐ LYGNUM
5. partur
Jonhard Danielsen, svarar Elin Klein Joensen:
Eg má takka fyri orðini, tú gavst mær Elin. Og sum tú akkurát hevur lýst meg, so er tað ordililiga harmuligt at tú ikki stillar uppaftur. Tí tað sær út sum, at kommunan hevur brúk fyri einum persóni sum tær!
Men uppgávan hjá okkum er ikki at sita her og happa hvønn annan. Tað er tað slett ikki!
Eg havi bara talað at óskilið. Og rættiligum óskilið. Og tá ið tað kemur til, at seta Oyndarfjørð á skránna sum mál, so havi eg verið raskur at hjálpt oyndfirðingum. So kanska tí fái eg tríggjar stemmur har norðifrá. Eg burdi kanska havt fingið fleiri!
So eg farið ikki inn at brúka tíð upp hvat tú persónligt heldur um meg. Tað er í fínasta ordan.
Men Dinna (Jensen, skrivarin hjá Kommununi) gav mær eitt skriv, at eg havi mist seks, ella at hesin stólurin hevur verið seks ferðir kaldur í tólv ár.
Onkur av tykkum hevur verið meir enn seks ferðir (vekk) í eini setu. Tí eg havi havt umboð fyri meg. Fyrst varð tað Katrin Müller. Hon umboðaði meg, uttan at eg segði eitt orð um hvat hon skuldi gera. Síðani varð tað Elnar Rasmussen. Og síðani var tað Reidar (F. Joensen).
Og Reidar hevur í hvussu so er umboða kommununa onkursvegna, tí hann er stevndur fyri at hava eina meining. Tað er at siga nakað til. Eg veit ikki um tú heldur at hatta er í ordan!
Men eg havi so sagt alment, á almennum býráðsfundi, at skuldi eg valt nakran, hvissi eg ikki stillaði upp herbeint, so hevði tað verið Tórbjørn Jacobsen, sum fekk stemmuna hjá mær! Hann ger virkuliga okkurt. Tað kann man ikki siga um restina!
Tit ánaðu ikki nakað sum helst, tá ið tit stóðu her til valstríðið. Einki. Null!
Tað einasta sum er galið við Tórbjørn; tað sum hann burdi gjørt ein eftirmiddag, ornar hann ein fyrrapart. Og tað er vigtigt at hava ein mann sum ger nakað!
Hetta vóru orðini hjá Jonhardi Danielsen, á seinasta býráðsfundinum, sum aftursvar til lortaspann frá Elin Klein Joensen.
Soleiðis semjast tey um at køva politikara við lygnum, ið hevur vónir um eina reina kommunu, sum ikki ger undir seg í heilum, og letur onnur um at rudda upp eftir sær.
Aftur ein orsøk fyri nývali í Runavíkar kommunu.
Keldur og myndir: Heimasíðan hjá Eysturoyarportalinum, Runavíkar kommuna, og aðrir viðkomandi persónar.
6. og seinasti partur kemur í morgin.
IVASAMI VALSEÐILIN KANN EISINI VERÐA KANNAÐUR AV GRAFOLOGI, TÁ LØGGAN ER LIÐUG
6. partur
Flestu okkara hava skilt, at fútaembætið, ikki vil dálka fingrarnar við einari politiskari gølu, sum meldið um “valsvik” saktans kann elva til.
Tí kann tað vera freistandi hjá einum myndugleika, at lata sum onki, ella lata tíðina fáa “serlig” mál so gomul, at flugur og maðkar hanga uppií, og málið tí hegnisliga bara verður skola út við kloakvatninum.
Men hesaferð gongur tað ikki, tí gølan er so mikið prinsipiell, og álvarsom, og tí hevur fútaembætið valt at lata avgerðina til Danmarkar, at taka støðu til. Tað er soleiðis lættari at avvísa, ella koma við einari aðrari hentleikaforkláring, har onki skal henda.
Og vegurin til Danmarkar er langur, og embætisfólkini har eru so deiliga hegnisliga langt burturi, at møgulig gallróp doyggja áðrenn tey verða hoyrd niður har, sum tøgnin valdar.
Men tað er onki at taka seg aftur í, at júst hetta mál, er sera prinsipielt, tí tað er fyrstu fer eitt slíkt mál er meldað í Føroyum, og sjálvandi skal tað gerast eftir bókini.
Tað snýr seg ikki bara um at finna `ein “syndara”, men at fáa staðfest, um ivin er so sterkur, at ongin ivi er um brot á vallógina, og tí neyðugt við umvali í Runavíkar kommunu, ella ikki!
Tí skal myndugleikin vita, at hann eigur at gera alt fyri at fáa hetta mál at venda rætt, tí onnur kunnu krevja alment innlit í ivasama seðilin, tá myndugleikin er liðugur við sínar kanningar.
Vit skulu heldur ikki gloyma, at DR1 í Danmark, nú alment hevur avdúkað, at í Danmark (Føroyum), er vanligt, at tá rúgvurnar av sakum verða ov stórar, skulu hesar sakir í gjøgnum “vaskimaskinuna”, og skolast út.
https://www.dr.dk/.../politiformand-om-vask-af-sager-det...
Hetta skal vera fyri at geva politiska myndugleikanum ta fatan, at har stendur ikki so illa til við at avgreiða sakirnar.
Hetta “upp og niður vask” skal vera framt við góðkenning frá ovastu leiðsluni hjá donsku løgregluni.
Leiðslupersónar hava víst hesum aftur í DR1, sum dulnevndar keldur innanfyri løgregluna hava borið fram. Hesar keldur eru frá “fleiri løgregluøkjum í Danmark”, sum hevur fingið serfrøðing, at staðfesta, at hann trýr uppá kritikkin.
Her er sostatt ikki talan um ein einligan svala.
Eru tveir krossar og ein prikkur gjørdir av einum persóni, ella eru tað tveir ymiskir persónar.
Ivasami valseðilin kann eisini verða kannaður av grafologt tá løggan er liðug, og fáa júst hetta staðfest, um tað gerst neyðugt.
Men tá alt hetta er sagt, so skal at enda staðfestast ein ábending, sum ikki kann komast uttanum.
Talan er um kommunuvalið úti í Skúgvi.
Her kom ein fráboðan inn. Kringvarpið, segði frá hesi klaguni, at valseðlarnir vóru ikki komnir til valstaðið, men keldur hjá KvF, vistu at siga, at valstýri valdi at lata øll velja við brævatkvøðu. Hetta gav so orsøk til klaguna, sum kortini “bara” var ein fráboðan..
Men ikki bara einaferð, men tvær ferðirnar kom Nella Festirstein, aðalstjóri í løgmálaráðnum, fram í KvF, og greiddi frá, at eingin sum helst ivi var um, at vallógin var brotin, men at hetta brot ikki vildi broytt úrslitið í Skúgvi, við umvali.
Tí bleiv úrsliti standandi.
Upp í móti hesum hava vit í hesi røðini, víst á fleiri brot á vallógina, sum við vissu vil broyta valúrsliti fyri Runavíkar kommunu, verður umval!
Keldur og myndir: Heimasíðan hjá Eysturoyarportalinum, Runavíkar kommuna, DR1, KvF og aðrir viðkomandi persónar.
ENDI
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Andakt
Avreiðingarvirði í uppsjóvarvinnuni minkaði 540 milliónir
Dennis Holm, landsstýrismaður, á fundi við norska fiskimálaráðharran
Ein orsøk til at fyritøkur verða seldar av landinum
Er dugnaskapur veruliga vorðin ein synd?
Ferðavinnan vísur stagnerandi tendensir
Festligir tónar og myndir í Leirvíkar Bátasavni sunnudagin
Gávugóðs til ungt listafólk
Helgi Abrahamsen er ónøgdur við svar frá Løgmálaráðnum
Kommunvalið í Oyndafirði
Landsstýrismaður, á Arctic Frontiers
Nógvir sera dýrir brúktir bilar til sølu
Posta gevst við útbering av lýsingarbløðum
Søgan um Findus í Hammerfest
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur