Avmarkingar í landingum uttanlands skulu burtur
Vónandi er hetta bara fyrsta stigið at fáa avmarkingarnar heilt burtur fyri alla veiðu. Lokal virki og lokal áhugamál skulu ikki sleppa at diktera dagsskránna fyri allan fiskivinnupolitikkin
Annfinur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, fegnast um, at øll trý manningarfeløgini nú greitt hava boðað frá, at tey stuðla undir ætlanirnar hjá Dennis Holm, fiskimálaráðharra, um at loyva uppsjóvarskipunum at landa ein nógv størri part av árligu veiðuni uttanlands, enn tey sleppa í dag.
- Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur í nógv ár strongt á at fáa flutt hatta hámarkið uppeftir. Nú sær út til, at politiska skipanin endiliga viðurkennir, at skulu vit fáa optimalan prís fyri fiskin, so má hann seljast í fríari kapping á einum púra opnum marknaði.
- Vónandi er hetta so bara fyrsta stigið at fáa avmarkingarnar heilt burtur fyri alla veiðu, og í sambandi við tær rembingarnar og mótstøðuna, vit júst nú síggja onkrastaðni í landinum, er bara eitt at siga – at lokal virki og lokal áhugamál skulu ikki sleppa at diktera dagsskránna fyri allan fiskivinnupolitikkin, sigur Annfinnur Garðalíð.
- Vónandi er hetta so bara fyrsta stigið at fáa avmarkingarnar heilt burtur fyri alla veiðu. Lokal virki og lokal áhugamál skulu ikki sleppa at diktera dagsskránna fyri allan fiskivinnupolitikkin, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Samsvar millum virði og hýru
Formaðurin leggur dent á týdningin av samanhaldinum millum manningarfeløgini í júst hesum máli.
- Hetta snýr seg um at fáa gjøgnumskygni í prísirnar, og at tryggja, at samfelagið fær sum mest fyri okkara tilfeingi, ogn fólksins, sum tað so fínt eitur. Men tað snýr seg sanniliga eisini um, at tey, sum manna okkara fiskifør, verða lønt samsvarandi veruliga virðinum á veiðuni. Tað hevði helst sæð rættiliga margháttligt út, um manningarfeløgini ikki vóru samd um tað – men tað eru vit sjálvandi, sigur hann.
Uppskotið um broytingarnar í sjófeingislógini er dagfest 20. desember 2024, og Fiskimannafelagið boðaði longu um jóltíðir frá, at tað tók fult undir við ásetingunum um víðkaða atgongd hjá uppsjóvarskipunum at landa uttanlands. Síðan hava hini bæði feløgini sagt sína greiðu hugsan.
- Okkara støða hevur tó allatíðina verið púra greið, tí vit hava, sum áður nevnt, stríðst fyri hesum í fleiri ár, og í hoyringssvarinum, sum Sjóvinnuráðið sendi fiskimálaráðharranum, fekk eg eisini skotið eina orðing inn um, at bæði Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið taka undir við ætlanini um at hækka hámarkið fyri landingum uttanlands, sigur Annfinnur Garðalíð.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avmarkingar í landingum uttanlands skulu burtur
Ársins leiðarar 2025 kosnir
Dennis Holm, landsstýrismaður, á fundi við norska fiskimálaráðharran
Ein orsøk til at fyritøkur verða seldar av landinum
Ferðavinnan vísur stagnerandi tendensir
Festligir tónar og myndir í Leirvíkar Bátasavni sunnudagin
Flatskatturin kemur aftur
Gávugóðs til ungt listafólk
Kommunvalið í Oyndafirði
Landsstýrismaður, á Arctic Frontiers
Nógvir sera dýrir brúktir bilar til sølu
Nýggjur heilsupolitikkur – Vit vilja fegin hoyra tína meining
Posta gevst við útbering av lýsingarbløðum
Stuðul til film eftir nýggjari kunngerð
Tænastuvinnan væntar framgongd
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur